Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hava í dag gjørt semju um sáttmála fyri tíðina frá 1. oktober 2017 til 1. oktober 2019.
Talan er um endurnýggjan av sáttmála galdandi fyri havnarmeistarar og havnarumsjónarmenn sett í kommununum, og semjan byggir á ein karm, sum fyrra árið er 2,3 % og seinna árið 2,5 %. Semjan inniber eitt, at eftirlønargjaldið hækkar úr 8,5 % upp í 10,5 % og somuleiðis eru broytingar gjørdar í vaktargjøldunum.
Harafturat er avtala um fráboðanarfreist gjørd, og partarnir hava avtalað at viðgera undantøk í sambandi við arbeiðssteðg í sáttmálaskeiðinum.
Annika Olsen, forkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, og Anfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, skrivaðu undir sáttmálan seinnapartin í dag.