Fyrsti dysturin í landskappingini í 2. deild lagaði tað soleiðis, at grannarnir brustu saman í fyrsta umfari.
HB stýrdi spælinum allan fyrra hálvleik og legði seg eisini framum við tveimum málum, sum Rókur av Fløtum Jespersen skoraði. Hann var annars óheppin, tá hann og ein verjuleikari brustu høvdini saman. Rókur mátti seymast aftur við fýra pentum.
Fyrra málið kom eftir gjøgnumbrot í høgru. B36-ararnir steðgaðu á, tí teir mettu seg eiga eitt klárt fríspark, men dómarin lat ikki við seg koma, og hesum gjørdu HB-ararnir sær dælt av.
Ransin Djurhuus leggur inn til Rók, sum er púra leysur við málverjanum, tí verjan svav hesa løtuna. Hann er kaldur og trillar framvið Magnusi í málinum.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki økir HB um leiðsluna. Eitt fríspark verður sent innfyri, og Bernhard Petersen er hægstur við handaru stong. Hann høvdar bóltin inn aftur í málteigin, har Rókur hevur lætt við at skumpa bóltin tann seinasta teinin innum.
B36 svarar aftur
Sigast kann um fyrra hálvleik, at HB stýrdi gongdini. Teir skaptu nógv fleiri málmøguleikar, og B36 hevði ilt við at fáa fatur á bóltinum, sum koyrdi væl ímillum leikararnar í svørtum og reyðum.
B36 megnaði tó at svara aftur fyri steðgin. Ein høgur bólturin verður lyftur uppum HB-verjuna, og har liggur Bergur Midjord og lúrir. Hann tekur bóltin niður og skýtur spakuliga framvið málverjanum.
Stutt eftir bríkslaði dómarin fyri steðginum, og B36 hevði fingið mótið aftur, nú munurin bara var eitt mál.
B36 legði út sum eitt óløgi í seinna hálvleiki. Hetta gav úrslit rættiliga skjótt. Aftur er tað Bergur Midjord, sum var vandamikli maðurin. Hann dregur framvið fleiri verjuleikarum hjá HB og roynir seg við skoti. Pól Næs Joensen hálvbjargar, men Heini í Skorini er fyrstur á bóltinum.
Hann dregur inni í málteginum framvið fleiri verjuleikarum, sum panikkslignir tveita seg fyri í royndini at verja. At enda setir Heini bóltin í netið til 2-2, sum var endaliga úrslitið.
Bæði liðini høvdu møguleikan at leggja seg framum eftir hetta, men bólturin vildi ikki innum. HB hevði kanska teir vandamiklaru møguleikarnar, men áleypararnir vóru ikki nóg nærlagdir.
Dysturin í tølum:
B36-HB 2-2 (1-2)
0-1: Rókur av Fløtum Jespersen
0-2: Rókur av Fløtum Jespersen
1-2: Bergur Midjord
2-2: Heini í Skorini










