Havnarkórið virkið annan hvítusunnudag

Havnarkórið verður sera virkið annan hvítusunnudag. Fyrst luttekur kórið í hátíðarhaldinum í Vesturkirkjuni í samband við avdúkingina av standmyndini av Sigmundi Brestursson í middegi. Síðan verður konsert í Gøtu kirkju kl. 16 og í Christianskirkjuni kl. 20 .

Í sambandi við at Havnarkórið hevur 40-ára jubileum í ár, verður skipað fyri konsertum úti um landið, har tann fyrsta var í Havn, tann næsta í Vestmanna, og nú verður tað so Gøta og Klaksvík.
 
18. juni ferð kórið til Keypmannahavnar, har tey skulu syngja í Helligåndskirken 19. juni og í Plænen í Tivoli 20. juni.
 
Síðan verður farið til Salzburg í Eysturríki, har kórið verður frá 21. til 25. juni og skal
luttøka í Sixth World Choral Festival. Havnarkórið hevur fingið eina serliga innbjóðing, ið er fingin í lag av donsku ambassaduni í Wien.
 
Kórið er boðið sum eitt av fýra kórum ymsastaðni frá í heiminum. Tað eru Wiener Sängerknaben ið skipa fyri hesum  festivali. Havnarkórið skal eisini luttaka sjálvstøðugt við kórsangi og føroyskum dansi, bæði í Mozarteom í Salzburg og í Musikwerein í Wien.
 
Ferðin endar við ein konsert í eini kirkju í Prag.