Havnarkórið 45 ár

24. januar fyri 45 árum síðan hevði “Útvarpskórið” sína fyrstu venjing. Endamál táverandi útvarpsstjórans Niels Juul Arge við slíkum kóri var at fjálga og fjølga um føroyska kórsangin í útvarpinum.

Í samstarvi við gitna kórlistamannin Karl Clausen vóru í árum frammanundan satsir fingnir til vega til føroysk løg, og hesir settu dám á fyrstu sendingina við kórinum seks vikur seinni – grækarismessukvøld 1966. Fleiri satsir komu tá regluliga frá hansara hond, og ikki minst áhugaverdir vóru teir til gomul føroysk sálmaløg, sum Karl Clausen fekk ein serligan áhuga og tokka til.
Við heitinum “Føroysk Kórbók” eru hesir kórsatsir seinni givnir út í samstarvi millum Føroya Skúlabókagrunn og Kórsamband Føroya.

Men longu frá byrjan leitaði kórið eisini til norðurlendsku og europeisku kórmentanina, og eftir at samstarvið við útvarpið helt uppat á heysti 1969, helt kórið – seinni við navninum “Havnarkórið” – fram á hesi leið við føroyskum og útlendskum kórsiðaarvi. Eisini er her at nevna tað sambandið, sum kórið hevði við gitna danska tónaskaldið Vagn Holmboe, ið gav ikki lítlan íblástur til nútíðar kórsang í Føroyum.

Umframt a cappella sangin – t.e. kórsangur uttan ljóðføri - hevur Havnarkórið, oftast í samstarvi við gitnar kór- og orkesturleiðarar uttanífrá og ofta við luttøku frá øðrum kórum, lagt dent á at fáa framført størri verk fyri kór, solistar og orkestur í Føroyum. Nevnast kunnu dirigentar sum Karl Clausen, Willi Gohl, Yaacov Bergman, John Høybye, Steen Lindholm, Robert Sund, Jón Stefánsson, Garðar Cortes o.fl.
Av tónaverkum, sum kórið hevur lagt til at fáa framførd, kunnu hesi nevnast: Magnificat, Jóhannespassiónin og Jólaoratoriið umframt motettir og kantatur eftir J.S. Bach, tveir av sonevndu krýningarlovsongum (Coronation Anthems) Händels og hansara aðalverk “Messias” , “Skapanin” eftir Joseph Haydn, Krýningarmessa Mozarts, Messa í C-duri hjá Beethoven, oratoriið “Elias” eftir Mendelssohn, Carl Orffs Carmina Burana og o.fl.

Aftrat sínum høvuðsvirksemi í heimbýnum Tórshavn, sum tað hevur navn eftir, hevur kórið eisini verið at hoyra víða um í landinum, og úteftir hava konsertferðir verið til hesi lond: Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland, Bretland, Frakland, Eysturríki, Kekkia og USA.
Sum serligar upplivingar hjá kórinum er at nevna framførsla í Carnegie Hall í New York saman við íslendska operukórinum og kórsangarum úr øðrum londum undir leiðslu Garðars Cortes eins og løturnar í Mozarteum í Salzburg og í gitnu konserthøllini Musikverein í Wien, har Havnarkórið á altjóða kórstevnu við egnari skrá hevði høvi til gera vart við føroyska kórsang- og kvæðamentan.
Á slíkum ferðum hevur ikki minst føroyski dansurin sum partur av framførsluskránni vakt ans. Minnilig var soleiðis aleuropeisk kórstevna í Fraklandi, tá 3.500 luttakarar av heilum huga tráddu tað føroyska stevið saman við kórinum.

Tað var verandi leiðari kórsins Ólavur Hátún, sum umvegis vinmannin Ívar Iversen setti hugkot og ynski útvarpsstjórans í verk, og saman við honum kann Havnarkórið tí nú bjóða til 45-ára jubileumskonsert komandi leygardag 5. februar kl. 17.00 í Kommunuskúlaskálanum, har skráin verður ein tvørskurður av kórsins virksemi gjøgnum hesi mongu ár.