Ólavur Hátún
Høgra hond hjá Niels Juel Arge í tónleikamálum var Ívar Iversen, og hesin ráddi honum til at heita á vinmann sín Ólav Hátún, sum júst tá var um at vera liðugur við sína útbúgving í Keypmannahavn, um at verða kórleiðari.
Fyrsta venjingin hjá nýggja Útvarpskórinum varð mánakvøldið 24. januar 1966. Hetta kórarbeiði mentist til eisini at umfata bæði eitt Barnakór Útvarpsins og eitt stutt skeið eisini sokallaða Ungdómskórið. Sjálvt Útvarpskórið var tá hetta stutta skiftið meiri at kalla eitt úrvalskór við bert 12-14 sangarum, sum fingu 20 kr. fyri hvørt venjingarkvøldið. Gerðabókin varð afturlatin á slagnum kl. 20.00, og tann sum møtti eftir tað, misti 10 kr. Ongantíð munnu kórsangarar í Føroyum hava møtt so stundisiliga sum hesir tá!
Kórini vóru rættiliga virkin við upptøkum til sendingar og varðveitslu og við konsertum, helst á vári og til jóla. Eisini ferðaðust kórini út á bygdir, eitt nú vestur í Vágar og suður til Suðuroyar. Í 1968 varð heitt á Útvarpskórið um at fara sum føroyskt umboð á norðurlendska ungdómsstevnu í Ålborg, og summarið eftir høvdu bæði blandaða kórið og barnakórið eina minniliga kórferð í Íslandi. Áhugin hjá útvarpsstjóranum var tá tó minkandi. Kanska gjørdu atfinningar frá fíggjarnevndini sítt til tað; men kanska var ein orsøk eisini tað, at kór og kórleiðari gjørdust alt meira sjálvræðin. Soleiðis var tað ikki útvarpið, men kórið sjálvt, sum skipaði fyri Íslandsferðini, og tá Útvarpskórið á heysti 1969 framførdi størri verk í samstarvi við kamarorkestrið Tórshavnar Musikkskúli uttan tilsøgn frá útvarpinum, var tað útvarpsstjóranum ovboðið, og sangstjórin fekk sekkin.
Uttanlandsferðir
Kórið helt tó fram undir sínum upprunaheiti eina tíð eftir slitið. Soleiðis umboðaði »Útvarpskórið« Føroyar sum ta fjórðu norðurlandatjóðina á stóru Europa Cantat kórstevnuni í Graz í Eysturríki í 1970 Danmark var við í Fraklandi 1964 og Svøríki og Ísland komu aftrat í Belgia 1967 og á altjóða stevnu í Consett í Norðuronglandi 1971 sungu og dansaðu sangararnir undir sama heiti. Men so í 1972 valdi kórið at skipa seg sum felagsskapur við navninum »Havnarkórið«. Niels Juel Arge bar tó ongantíð agg til hendan sín forherðaða kóralva, men var beinasamur í øllum ávikum.
Uttanlandsferðirnar hava verið nógvar síðan tá: Tríggjar ferðir til Fraklands, fleiri til Danmarkar, ferð aftur til Íslands, ferðir til Svøríkis og Finlands umframt rundferð til skandinavisku høvuðsstaðirnar, og størri og smærri bólkar úr kórinum hava regluliga verið við á eftirfylgjandi Europa Cantat stevnum og somuleiðis á Nordklang-stevnum ymsa staðni í Norðurlondum.
Á heysti 2004 varð á fyrsta sinni lagt yvir hav til umframt egnar konsertir at syngja saman við íslendska operukórinum og sangarum úr øðrum londum í gitnu konserthøllini Carnegie Hall í New York. Tó tykist sangarunum ongin avbjóðing at hava verið meira spennandi enn tann, sum nú er fyri framman: ferð til Eysturríkis í juni mánaði í ár, har Havnarkórið sum eitt av 5 kórum ymsastaðni úr heimi skal luttøka í 6. World Coral Festival í Salzburg og Wien saman við heimsgitna Wiener Sängerknaben og eisini hava hálvan tíma framførsla av egnari kórskrá og føroyskum dansi í Mozarteum í Salzburg og í Goldener Konzertsaal í Wien. Við sama ferðarhøvi verður eisini farið til Prag í Kekkia at hava fólksliga framførslu við sangi og dansi og eisini konsert í stásiligari kirkju.
Sangur á ólavsøku
Týdningarmesta virksemi kórsins er tó sjálvandi tað, sum er farið fram her á landi. Útvarpskórið - seinni Havnarkórið - átók sær tann leiklut, sum gamla Havnar Sangfelag hevði frá døgum Waagsteins og fram til, at Hans J. Højgaard legði frá sær miðskeiðis í seksti-árunum: kórsangin undir Tinghúsinum ólavsøkudag. Ynski kórsins var tó heldur at víðka um til tað, sum nú er vorðið siðvenja, at tað stendur øllum kórsangarum í boði av bygd og úr býi at vera við til at mynda eitt fjølment felagskór á hesum tjóðardegi føroyinga. Ein tilvild gjørdi eisini, at sangarar úr Havnarkórinum komu til at leggja støði til tann midnáttarsang, sum nú í meira enn tríati ár hevur sett dám á ólavsøkuhaldið.
Dentur lagdur á føroyskt kórtilfar
Ein aðalsetningur hjá kórinum sum útarpskór var at gera sendingar við føroyskum sangum, og alt síðani hevur kórið í sínum virksemi lagt dent á føroyskt kórtilfar. Um enn hann ikki var føroyingur, so eru fleiri av kórsatsunum hjá danska tónaskaldinum Vagn Holmboe til úrvaldar føroyskar yrkingar, ið afturvendandi hava verið partur av sangskráum Havnarkórsins, so føroyskir í sínum tónadámi, at teir munnu hava rinið við hjá yngri føroyskum tónaskøldum til nýggjar leiðir í føroyskari kórtónaskapan.
Á ferðum uttanlands hevur føroyskur sangur frá eldri og yngri tíð átt bróðurpartin av skránni. Men á vitjanum suðuri í Europa og eisini á USA-ferðini - hevur kórið kennt tað sum sína uppgávu eisini at umboða norðurlendskan kórtónleik, sum málsliga liggur so væl fyri hjá føroyingum.
Íblástur uttanífrá
Tað er tó ikki minst tann klassiski europeiski kórmentanararvurin, sum hevur átt hjartarúm hjá Havnarkórinum. Enskar, týskar, franskar og italskar madrigalir frá tíðini um 1600, tá a cappella kórsangurin, t.e sangur uttan fylgispæl, var í hæddini, eru sannir gloypibitar hjá øllum klassiskum kórsangarum, og prýðilig er ikki minni tónleikarásin upp gjøgnum tónleikasøgunnar tíðarhvarv. Spennandi avbjóðingar góvu eisini høvi til at heita á úrmældar kór- og orkesturleiðarar uttanífrá til framførslur, har eisini sangarar úr øðrum kórum mangan vóru við. Fyrstur er her at nevna Karl Clausen, ið umframt sum kórleiðari at hava givið okkum ógloymandi tónleikaligar og kórsosialar upplivingar eisini legði eftir seg satsir til føroysk løg, sum enn í dag eru ómissandi við einahvørja kórhugnaløtu. Annar kórúrmælingur, sum Havnarkórið hevur gott at bera eftir regluligt samstarv yvir so mong ár, er sveitsiski kór- og orkesturleiðarin Willi Gohl. Undir hansara stimbrandi hondum kom føroyskur kórsangur av álvara í samband við tey størru klassisku meistaraverkini so sum Jólaoratoriið eftir Bach, Händels Messias, Skapanin eftir Haydn, Krýningarmessa Mozarts, C-Dur Messa Beethovens, Requiem hjá Brahms, Carmina Burana eftir Carl Orff umframt hópin av smærri kórperlum. Aðrir, sum hava givið føroyskum kórsangarum og ikki minst kórleiðarum íblástur og hava verið við til at lyfta føroyskan kórsang upp á hægri støði, eru menn sum íslendski tónlistarmenninir Jón Stefánsson og Garðar Cortes, John Høybye og Steen Lindholm úr Danmark og sviin Robert Sund.
Atlantsljómur / North Atlantic Festival
Av tónleikatiltøkum, sum Havnarkórið tók stig til, mundu tó stevnurnar við heitinum Atlantsljómur / North Atlantic Choir Festival bera av øllum í magn og mæti. Kórsangarar og áhoyrarar, sum vóru við til løtuna, tá Requiem Verdis undi kønari leiðslu Yaacov Bergmans úr USA og við framúrskarandi solistum úr Íslandi og Póllandi varð framført í Norðurlandahúsinum á sumri í 1998, munnu ivaleyst taka undir við mær í hesum.
Framtíðarútlit
Ynskiligt og natúrligt hevði tað verið, at tað var okkara egna symfoniorkestur, ið legði rygg til orkesturpartin í hesum krevjandi tiltøkum. Men tað hevur ikki rættiliga borið til. Nú tá Føroya Symfoniorkestur sjálvt hevur tikið stig stóra kór- og orkesturframførslu, og úrmælingur sum Bernharður Wilkinson stendur tónleikaliga við endan, er útlitið betri. Og so hvørt sum støðið hækkar og hugaheimurin rúmkast, skuldu vónir og vánir samanumtikið verið góðar fyri í felagsskapi at latið upp fyri íbornum møguleikum til tónleikaupplivingar á altjóða støði í hesum landi.