Í mikudagssosialinum stendur at lesa, at Tórshavnar býráð ætlar at forða bygdarfólki og útisetum at keypa hús í Havn til summarhús.
Tórshavnar kommuna umhugsar at seta bústaðarskyldu í gildi fyri partar av miðbýnum í Havn. Hetta er liður í royndini at fáa meiri lív í miðbýin. Marin Katrina Frýdal er ein teirra, sum hevur reist hendan spurningin.
- Býráðið steinsvevur ímeðan miðbýurin spakuliga avtoftast og endar sum ein spøkilsisbýur, sigur hon.
Nú hevur Útoyggjafelagið tó svara aftur. Á Facebookvanga sínum tekur felagið til mótmæli móti ætlanunum hjá Tórshavnar Býráð:
- Í Tórshavnar býráð, eru røddir frammi um, at avbygdafólk ikki skulu sleppa at keypa ella eiga hús í Havn, tí tað er ein trupulleiki fyri Havnina, at hús standa tóm, og bara vera brúkt í summarferiuni, so má hetta sama vera galdandi fyri borgarar í Tórshavnar kommunu, at teir ikki kunnu keypa ella eiga hús á bygd, skrivar Útoyggjafelagið við einum skálkabrosi.










