Havnarfólk siga kortanei

Tey vilja ikki hoyra talan um at sermerktasti bygningurin í gongugøtuni, verður tikin til skrivstovur hjá Løgtinginum

Havnarfólk siga kortanei til ætlanina hjá Løgtinginum at taka sermerkta bygningurin hjá Eik í Miðbýnum, til skrivstovur.

 

Tað vísir ein kanning, Spyr hevur gjørt fyri okkum.

 

Týskvøldið samtykti Løgtingið at keypa grótbygningin hjá Eik í miðbýnum fyri 26 milliónir krónur, tí hann skal brúkast til skrivstovur. Hinvegin skal Løgtingið selja Gamla Apotek seljast fyri sjey milliónir. 

 

Og samstundis vísti Løgtingið eisini, hvussu skjótt eitt mál kann avgreiðast, og hvussu skjótt tað er at útvega 26 milliónir krónur til eitt endamál, bara viljin er til staðar.

 

Løgtingið mundi nevniliga seta nýtt met í skjótum arbeiðslagi hetta týskvøldið, tí tað tók ikki meiri enn fimm minuttir at avgreiða alt málið, sum tað var. Uppá hesar fimm minuttirnar vóru tríggir tingfundir, har málið varð endaliga samtykt. Tað vóru 27 tinglimir, sum atkvøddu fyri, og tríggir fólkafloksmenn atkvøddu ímóti.

 

Men hetta er ikki fallið í góða jørð allastaðni og stutt eftir at málið varð samtykt, segði Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Havn, og formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum, at tað er ein vanlukka fyri Havnina, at fáa ein bygning, mitt í sjálvari gongugøtuni, sum fer at standa myrkur og stongdur tað mesta av árinum.

 

Les eisini: Ein vanlukka fyri Havnina

 

Og hann fer dygga undirtøku frá havnarfólki, tí kanningin hjá Spyr vísir nevniliga, at 70 prosent av havnarfólki vilja ikki, at bygningurin verður tikin til skrivstovur hjá Løgtinginum. Hinvegin eru tað 19 prosent, sum taka undir við tí, og 11 prosent hava onga støðu til spurningin.

 

Í restini av landinum eru tey ikki so avgjørd, men kortini eru tey flestu ímóti, at bygningurin verður tikin til skrivstovur.

 

Kanningin vísir, at 39 prosent av føroyingum, uttanfyri Havnina, halda, at bygningurin skal ikki vera skrivstovur, men 31 prosent halda, at Løgtingið ger rætt. Hinvegin eru tað 29 prosent, sum onga støðu hava til málið.

 

Men verður alt landið tikið undir einum, eru 52 prosent av føroyingum ímóti, at gróthúsið í gongugøtuni verður gjørt til skrivstovur hjá Løgtinginum, men 26 prosent halda, at tað er rætta loysnin.

 

Hinvegin hevur meiri enn fimtihvør føroyingur, ella 22 prosent av fólki, ikki nakra støðu til málið.

 

 

<script id="infogram_0_eik_bygningurin-3" title="EIK bygningurin" src="http://e.infogr.am/js/embed.js?HdI" type="text/javascript"></script>