Havnarfólk rinda sama skatt næsta ár

Skattaprosentið og barnafrádrátturin í Havn verður tann sami næsta ár, sum í ár

 

 

Næsta ár skulu havnarfólk rinda tað sama í skatti, sum tey rinda í ár.

Tað er fyribils niðurstøðan, nú Tórshavnar Býráð í kvøld hevur viðgjørt fíggjarætlanina fyri næsta ár.

 

- Fíggjarætlanin er løgd út frá tí fortreyt, at skattaprosentið er 20,25 prosent og barnafrádrátturin 8.000 krónur og tað er tað sama sum í ár, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

 

Annars ætlar samgongan í Tórshavnar Býráð at seta 224 milliónir krónur av til íløgur.

Rakstrarútreiðslurnar eru settar at verða 487 milliónir krónur, sum er 1,4 prosent hægri enn í ár.

 

Næsta ár verður skattainntøkan mett at vera 672 millónir krónur og tað er ein hækking upp á 3,5 prosent.

 

- Bæði tá tað kemur til lántøku og gjaldføri er Tórshavnar kommuna væl fyri, sigur borgarstjórin

Við ársbyrjan í ár var lániskuldin 126 milliónir krónur.

Fíggjarnevndin samtykti á sinni at taka lán upp á 50 milliónir krónur í 2011., men tað lánið er ikki tikið enn.

- Tað er ein stórur fyrimunur at kunna fíggja dagliga tørvin við egnum gjaldføri, sigur Heðin Mortensen

 

- Í fíggjarætlanini fyri 2015 verða 8,8 milliónir krónir goldnar í rentum, og 20 milliónir í avdráttum verða umfíggjaðar, umframt at lánið verður hækkað 41,6 milliónir krónur.

 

- Settar eru 10 milliónir av til nýggja Vesturskúlan, 55 milliónir eru settar av til brúnna um Sandá, sum verður liðug á ólavsøku, og 20 milliónir til nýggjan musikkskúla, men rættilig ferð kemur ikki á arbeiðið at byggja skúlan fyrrenn í 2016 og byggingin skal fíggjast við láni.

 

- Arbeiðið við Tórsvølli heldur fram, og peningur er settur av til at byggja høllina í Gundadali út.

 

Tá Vesturskúlin er liðugur, verður Hoyvíkar skúli høvuðsumvældur og tá eru allir skúlar í kommununi brynjaðir til nútímans undirvísing sum borgarstjórin orðar seg.

Bussleiðin verður framhaldandi ókeypis og fimm milliónir eru settar av, so at arbeiðið við stóru miðbýarætlanini kann halda fram, sigur borgarstjórin.