Havnarfólk fáa nýggjan kommunulækna

Fyrst skal hann arbeiða í Miðlon, men seinni skal hann arbeiða í Gundadali

Havnarfólk fáa nú ein nýggjan kommunulækna. Tað er Dávið Michelsen, sum nú er liðugur við útbúgvingina um serlækni í almennum medisini, sum kommunulæknar nevnast á fakmáli. Hann er útbúgvin á Landssjúkrahúsinum og á Hvidovre Hospital, og í hesum sambandi hevur hann eisini arbeitt hjá ymsum kommunulæknum.

 

Dávið Michelsen hevur verið í Suðurstreymoyar læknadømi, fyrst í viðtaluni hjá Katrin Danielsen, kommunulækna, í Miðlon og síðan hjá Sten Larsen, kommunulækna, í viðtalu í Gundadali.

 

Í løtuni eru 10 læknar undir útbúgving til kommunulækna og eftir ætlan verða tveir læknar lidnir um eitt ár.

 

Á myndini eru Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, Dávið Michelsen, serlækni í almennum medisini, Turið Holm Johannessen, kommunulækni og útbúgvingarsamskipari í almennum medisini og Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum.