- Tað er ongantíð so neyðugt sum nú at hava nógvar býbussar í Havnini.
Tað staðfesti Leivur Hansen, býráðslimur í Havn á býráðsfundi í Havn í gjárkvøldið.
Tórshavnar Býráð hevur samtykt at næsta ár skulu býbussarnir í Havn koyra nógv meiri enn teir koyra nú.
Í eini roynd at tálma støðugt vaksandi ferðslutrýstinum í kommununi og at fáa fólk at brúka býbussarnar ístaðin, gjørdi býráðið gjørdi býráðið tað ókeypis at koyra í býbussunum.
Hetta er so væl umtókt, at bussarnir ofta koyra fullsettir.
Tí er ætlanin at halda fram við ókeypis koyringini næsta ár. Men harumframt er eisini ætlanin at økja munandi um koyringina. Í hesum sambandi er ætlanin at keypa fýra nýggir býbussar og sostatt fara bussarnir næsta ár at koyra ein túr afturat um tíman, so at tað frá á nýggjárinum verða koyrdir tríggir túrar um tíman á øllum rutum.
Sostatt mælti meirilutin í býráðnum til at hækka játtanina til Bussleiðina upp í 16,5 milliónir næsta ár, í ár kostar Bussleiðin 11,6 milliónir.
Minnilutin í Býráðnum heldur, at hetta er nakað nógv avgjørt og mælir til at hækka játtanina til Bussleiðina eina millión næsta ár ístaðin.
Leivur Hansen ivaðist ikki í, at Bussleiðin fer at vera eitt heilt stórt fyribrigdi í Havnini í komandi tíðum, tí allar metingar vísa, at prísurin á bensini fer munandi upp í næstu framtíð. Tí helt hann, at tað var heilt burturvið ikki at raðfesta Bussleiðina heilt høgt.
Høgni Mikkelsen í minnilutanum helt lítið um, at brúka bensinprísin sum grundgeving fyri at økja um Bussleiðina. Hann staðfesti, at ferðslan í Havnini var heilt avgjørt ikki minni nú, enn hon var, tá ið bensini kostaði ein triðing minni.