Til eitt kommunuval verður sjálvandi altíð tosað nógv, um hvønn bata býirnir og bygdirnar hava tørv á, t.d. skúlar, barnagarðar, eldrabýli, handilsmøguleikar, kor/trivnaður og menning hjá listini, vegir og samferðsla o.s.fr. Hetta er eisini tað, sum hevur størst týdning. Men í eini tíð, har fólk gerast alt meira urbaniserað (býarlig), vanliga vegna lestur uttanlands, er eisini tørvur á fleiri grønum økjum, av tí at býarfólk ganga ikki so nógv úti í okkara vøkru náttúru. Flestu føroyingar fara bert út í hagan og niðan í fjøllini í samband við seyðahald, haruskjóting o.t. - altso um ein hevur eitt hvørt "ørindi" í haganum. Øll fólk hava tørv á at fáa litirnar og angan frá náttúruni inn gjøgnum sansirnar - ikki bert við at standa í býnum/bygdini og hyggja at haganum og fjøllunum - tað eru bara ikki øll, sum vita av hesum, men tað er sera gagnligt fyri sál og sinn - og sostatt trivnað.
Vit hava Viðalundina í Havn og grøna økið millum Ringvegin og Vegin langa, har Svartifossur m.a. er. Hetta seinna økið er er hugnaligt at ganga í ein góðveðursdag.
Tá vit tosa um grøn øki, hugsa vit vanliga um øki í býnum, løtt og skjót at koma til, men í øðrum londum er heilt vanligt, at fólk seta seg í bilin og koyra til okkurt vakurt og grønt stað, og seta seg har at grilla ella eta matpakka, spæla við børnini og hugna sær. Henda møguleika skulu vit eisini hava. Áðurnevnda økið við Svartafoss er væl egna til hesa park-verkætlan.
Eitt annað sera væl egna stað, sum er órørt, er Havnardalur. Hví skal hesin vakri dalur, við trúgvu Sandá og hennara smílandi sílum, liggja so einsamallur uttan fyri Havnina? Vit skulu fara í gongd við at fríðka og fjálga um okkara vakra dal, sum eigur at vera til fragd og gleði fyri allar føroyingar og serstakliga fyri borgarar í Suðurstreymi. Eg hugsi burturav um ovara part av Havnardali - frá Velbastaðarvegnum, ið fer yvir um Sandá, og niðan til og við byrgingina. Runnar skulu plantast við umleið 5-10 meturs fjarðstøðu til ánna og síðan trø aftan fyri runnarnar. Har sum serliga stuttlig ella vøkur náttúra er frammanundan, t.d. við teim stóru klettasavningunum, skal bara vera fríøki (óplanta) - onkunstaðni tó við plássi til grill og sitiplássum t.d. benkir. Blómuteigar skulu eisini gerast, har tað sær rætt út og riggar væl. Tað skal gerast framkomandi við rásum, ið kunnu minna um tær í Viðalundini í Havn - stuttligar, kringlutar og hugnaligar. Onkrar vakrar og sjarmerandi brýr skulu gerast yvir um Sandá í hesi park, fyri at hon eisini verður skilagóð og vælvirkandi at ganga í.
Hetta verður sjálvsagt ikki ein verkætlan, sum verður liðug undir komandi býráð; tað tekur jú nógv ár hjá trøum at vaksa og trívast, men eg fari at gera mítt til, at komandi býráð setur gongd á hesa ætlan, sum allir føroyingar um eini 20-30 ár fáa høvi at njóta í fullum blóma. Hetta øki er sera stórt og er tí eisini møguleiki fyri at gera eitt vala tjaldingarpláss, og sjálvsagt skal hesin møguleiki nýtast til fulnar. Ein slík verkætlan - parkin í Havnardali - fer sostatt ikki bert at gleða havnarfólk og aðrar føroyingar, men fer at vera ein serstøk náttúrupark fyri ferðafólk, og fer soleiðis óivað at vera við til at menna ferðavinnuna, sum verður til gagns fyri allar Føroyar, men sjálvandi verður parkin í Havnardali mest til gagns fyri borgarar í Suðurstreymi - og Havnina burturav.