Havnarborgarar skulu atkvøða um samanlegging

Skulu sandoyingar upp í Tórshavnar kommunu, so verður tað ikki uttan fólkaatkvøðu í verandi Tórshavnar kommunu. Tað kann Heðin Mortensen garantera sínum borgarum

Samanlegging

Rógvi Nybo/ Leif Láadal

Sosialurin / Rás 2


Í gjár segði Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, við Sosialin, at tað einasta rætta hevði verið, at Sandoyggin fór upp í Tórshavnar Kommunu. Hetta tí at oyggin er so lítil í fólkatali.

Hann vísti eitt nú á, at sjálvt um øll Sandoyggin verður løgd saman í eina kommunu, so fáa tey framvegis bert eina eind, sum svarar til Fuglafjarðar kommunu.

- Tí haldi eg, at Sandoyggin átti at lagt saman við Havnini, tí so vóru vit komnir í eitt størri øki. At leggja Sandoynna saman úr hesum fýra kommununum í eina kommunu, sum telur 1300 fólk, sigur mær ikki so ógvuliga nógv, sigur Gerhard Lognberg.


Borgarin skal avgera

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu fegnaðist um, at fleiri vilja leggja afturat Havnini, og kallaði tað søtan tónleik í hansara oyrum.

- Men skal Havnin ella Tórshavnar Kommuna gerast størri, enn hon er í dag, so verður tað eitt krav, at tað fer út til allar borgarar til at atkvøða um tað. Tí borgarin má nú spyrjast eftir, um Tórshavnar Kommuna skal gerast størri, enn hvat hon er í dag, tað verður mítt krav, sló Heðin Mortensen fast í tíðindunum á Rás2 í gjár.

Við øðrum samanleggingum hava fleiri funnist at, at tað nevniliga bara hevur verið tann, sum kemur upp í kommununa, sum fær møguleika at svara, og ikki tann, sum tekur ímóti.

Heðin Mortensen helt ikki, at tað hevur verið heilt av leið, at mannagongdin hevur verið soleiðis, tá smærri kommunur vórðu lagdar saman við Tórshavnar Kommunu.

- Men frá nú av verður borgarin fyrst spurdur, um mann vil gera Tórshavnar kommunu størri, enn hvat hon er, og tað er eitt garanti, sum eg kann geva borgaranum, staðfesti Heðin Mortensen, borgarstjóri.


Kann koma upp á tal

Tey, sum leggja saman við Tórshavnar Kommuna, tey kunnu sjálvandi fáa okkurt burturúr samanleggingini. Men Heðin Mortensen leggur dent á, at Tórshavnar Kommuna eisini kann fáa nógv burturúr eini møguligari samanlegging við Sandoynna.

- Eitt nú eru vit áhugaðir í at Hestoyggin eisini fær samband við Sandoyartunnilin, og tað kundi verið okkara krav, sum ein partur av tí, segði Heðin Mortensen við Rás2 í gjár.

Eisini vísti hann á, at har eru nógv stór øki í Sandoynni, ið eru sera áhugaverd fyri meginøkið, og ikki minst tá Sandoyartunnilin kemur ígjøgnum.


Má ikki verða nógv størri

Heðin Mortensen legði dent á, at Tórshavnar kommuna má ansa sær við ikki at drena útjaðaran, soleiðis at alt hoyrir til Tórshavnar kommunu.

- Har skal vera eitt samspæl, og har skulu vera nakrar avbjóðingar alla tíðina, og tað er tað , sum ger, at ein kommuna blívur livandi. Mín persónliga meining er, at Tórshavnar kommuna skal ikki verða nógv størri, enn hon er í dag, staðfestir Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.