Havnarbáturin lagdur: Manningin rýmdi av

Havnarbáturin er lagdur og fer ikki at rógva meiri í ár.

 

Tað veit heimasíðan, hvannrok.fo, at siga nú seinnapartin.

 

Ósemja hevur stungið seg upp ímillum manningina og nevndina í Havnar Róðrarfelag og tískil hevur manningin gjørt av at draga bátin í neystið og har verður hann standandi, teir róðrarnir, eftir eru.

 

Rúni Jacobsen, bátsformaður, sigur í stuttari viðmerking við heimasíðuna, at manningin er ikki samd um ymist við nevndina í Havnar Róðrarfelag og tí er samstarvið endað.

 

Hann sigur við hvannrok.fo, sum eisini hevur tikið myndina, at manningin á Havnarbátinum fer í staðin at rógva við Nólsoyingi hesar seinastu róðrarnar.