Havnar Sjónleikarafelag hevur í ár 100 ár á baki. Síðani Sjónleikarahúsið í Havn varð bygt í 1926 hevur felagið sett upp yvir 150 leikir í húsium. Føðingardagsveitslan hjá felagnum verður leygardagin í Sjónleikarahúsinum í Havn. Tað var annars 30. januar í 1918, at tað varð lýst í bløðunum, at tey,s um vilja verða limir í Havnar Sjónleikarafelag, kunnu siga frá ella tekna seg hjá einum av avsendarunum. Tá var limagjaldið 9 krónur um árið.
Tey, sum stóðu fyri lýsingini vóru J. Waagstein, H.C.W. Tórgarð, J. Baia, Andreas Djurhuus, Herluf Lützen, Holm-Isaksen, Nyholm Debes, M.A. Jacobsen, P.A. Restorff, Poul Hansen, P. Alberg og Oluf Joensen
Kringvarpið veit í dag at siga, at einki skrivligt er at finna um virksemið hjá felagnum fyrstu árini. Orsøkin er, at tá ið bretskir hermenn komu til Føroya undir seinna veraldarbardaga, tóku teir Sjónleikarhúsið. Tá ið teir fóru avstað aftur var tað við einum skrivaraborðið, og í har lá alt skrivliga tilfarið um Havnar Sjónleikarfelag.
Hanna Flóvinsdóttir, nevndarlimur í Havnar Sjónleikarfelag sigur við Kringvarpið í dag, at umstøðurnar í dag eru góðar hjá felagnum.