Havnar kirkja skal keypa Arnes Minde

Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið at selja Kirkjuráðnum fyri Havnar kirkju grannahúsini hjá kirkjuni í Bringsnagøt, nevnd Arnes Minde.

Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið at selja Kirkjuráðnum fyri Havnar kirkju grannahúsini hjá kirkjuni í Bringsnagøt, nevnd Arnes Minde.

 

Talan er um gulu húsini, sum fyrr milum annað hava hýst býráðsumsiting og politistøðini.

 

Sambært samtykini, so hevur býráðið fingið skriv frá Kirkjuráðnum í Havnar kirkju, ið er áhugað í at ogna sær Arnes Minde. Í skrivinum verður eisini víst til býráðssamtykt frá 1993 hesum viðvíkjandi.

 

Síðani hava partarnir fundast um møguligan søluprís, og í mai samtykti fíggjarnevndini at mæla til at selja húsini fyri 4 milliónir krónur. Síðani hava samráðingar aftur verið, og semja funnin um at selja húsini fyri 3,5 milliónir krónur.

 

Sølan er treytað av góðkenning frá Almannaráðnum, og kirkjuráðið yvirtekur húsini sambært nærri avtalu við kommununa.

 Á býráðsfundinum varð upplýst, at Kirkjan skal brúka nýggju húsini til ymisk tiltøk, eisini í samband við gudstænastu.

 

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, vísti á, at tað var ein gomul avtala, at býráðið skuldi geva kirkjuni Arnes Minde í gávu og hon helt, at tað kundi býráðið saktans gera.

Hinvegin helt hon, at tað var dýrt at selja húsini fyri 3,5 milliónir.

Men bæði borgarstjórin og aðrir býráðslimir førdu fram, at kommunan hevur ikki loyvi at geva ognir burtur og Annfinn Brekkstein helt eisini, at tað var órímiligt, at kommunan skuldi geva sínar ognir burtur.

 

Sølan varð annars einmælt samtykt av Tórshavnar býráð í gjárkvøldið.