Sunnudagin vóru finalurnar í FM í estetiskum fimleiki hildnar í høllini á Hálsi. Fýra lið komu víðari frá undanumførunum leygardagin, og skuldu kappast í finaluni sunnudagin.
Úrslitið vísti seg tó at vera tað sama sum leygardagin. Somu lið, sum kláraðu seg best leygardagin, vunnu finalurnar sunnudagin.
Hjá pinkum vann Fenja úr Havnar Fimleikafelag, nummar tvey gjørdist Froya úr Havnar Fimleikafelag og nummar trý Viólin úr Støkk.
Hjá smágentum vann Nora úr Havnar Fimleikafelag, Lyra úr Ljósinum gjørdist nummar tvey, og Flykran úr Støkk nummar trý.
Hjá gentum vann Eina úr Havnar Fimleikafelag, nummar tvey Vípan úr Støkk og nummar trý Enna úr Havnar Fimleikafelag.
Hjá unglingum gjørdist Svalan úr Støkk føroyameistari, Alda úr Havnar Fimleikafelag nummar tvey og Hydra úr Ljósinum nummar trý.
Hulda úr Havnar Fimleikafelag gjørdist føroyameistari hjá kvinnum, meðan Ursa úr Ljósinum gjørdist nummar tvey.










