FIMLEIKUR
Leygardagin var ítróttarhøllin í Runavík karmur um B-kapping í estetiskum fimleiki fyri gentur, smágentur og pinkur. Fimm lið kappaðust, og hóast talan var um eina B-kapping, var fimleikaliga støðið rættiliga høgt, og nógvu áskoðararnir, ið høvdu leitað sær til Runavíkar, fingu eina framúr góða fimleikauppliving.
Liðini, ið kappaðust, vóru frá trimum teimum størstu fimleikafeløgunum í landinum, nevniliga Havnar Fimleikafelag, Ljósinum og Støkk. Havnar Fimleikafelag var einasta felag, sum hevði teknað lið til allar kappingarnar, meðan Støkk og Ljósið bert luttóku við einum liði í part. Sostatt var einki ivamál um, hvør fór at vinna, tá ið pinkurnar og genturnar vóru á gólvinum; men stórur spenningur var til kappingina hjá smágentunum.
Liðini høvdu øll kappast fyrr í steypakappingini, sum var í Klaksvík í januar, men nógv kann henda eftir tríggjar mánaðar við nógvari og harðari venjing. Í Klaksvík vunnu smágenturnar hjá Støkk á Havnar Fimleikafelag við einans 0,2 stigum. Ljósið var tá aftan fyri við umleið einum heilum stigi. Úrslitið leygardagin gjørdist, at Havnar Fimleikafelag streyk avstað við sigrinum. Nógva venjingin gav úrslit, og tær fingu 0,4 stig fleiri enn Støkk. Ljósið endaði aftur hesaferð á triðja plássinum, men øll trý liðini betraðu nógv um stigatalið samanborið við kappingina í januar.
Næsta kappingin í estetiskum fimleiki, sum er á skránni, er kappingin um føroyameistaraskapin, sum verður í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn leygardagin 5. mai. Tá verða tað A-liðini hjá pinkunum, smágentunum og kvinnunum, ið fara at kappast. FM-kappingin fyri gentur var fyrst í mars, og tá var tað eisini Havnar Fimleikafelag, sum vann.
Úrslitini
Pinkur
Nr.FelagTøkniligtListarligtFramførslaSamanlagt
1HF3,772,036,0011,80
Smágentur
1HF4,502,577,2514,32
2Støkk4,202,677,0513,92
3Ljósið4,302,276,3512,92
Gentur
1HF3,272,306,7012,27