Havnar Fimleikafelag hátíðarheldur 100 ár

Tíðindaskriv

Havnar Fimleikafelag verður - eins og Tórshavnar kommuna og fimleikurin í Føroyum - 100 ár í ár, og fer felagið í næstum at hátíðarhalda 100 ára dagin.

Hátíðarhaldið byrjar við almennari móttøku fríggjadagin 13. november 2009 í Müllers Pakkhúsi kl. 15.00 og endar sjálvan 100 ára føðingardagin mikudagin 9. desember 2009.

Nógv spennandi tiltøk vera á skránni frá 13. november líka fram til sjálvan føðingardagin. Millum annað fyrilestar har fimleikurin verður settur á breddan, serlig 100 ára fimleikaframsýning í Norðurlandahúsinum, myndaframsýning í Müllers Pakkhúsi, Gallaveitsla á Hotel Føroyum og mangt annað spennandi. Nærri kunning um 100 ára haldið er at finna á heimasíðu felagsins HYPERLINK "http://www.hf.fo" www.hf.fo

Havnar Fimleikafelag boðar frá, at øll eru hjartaliga vælkomin til øll tiltøkini, gomul sum ung, fimleikarar og ikki fimleikarar. Minnist bert til at ogna tykkum atgongumerki til 100 ára gallaveitsluna á Hotel Føroyum, leygarkvøldið 21. november kl. 19. Atgongumerki á kr. 550,- fáast til keyps í Kunningarstovuni í Havn og í Vogue frá 12. okt. til 14. nov.

Tiltøk í samband við 100 ára hátíðarhaldið hjá HF

13 – 17 nov

Myndaframsýning og café í Müllers Pakkhúsi
fríggjadag – sunnudag kl. 15.00-20.00
mánadag – týsdag kl. 15.00–22.00

13. nov.

Móttøka í Müllers Pakkhúsi kl. 15.00-17.00. Um ein hevur røðu at bera fram til felagið, er høvið at gera hetta her.

14. nov.

Fyrilestur og kjak undir heitinum ”Fimleik í fokus” í Müllers Pakkhúsi.?Fyrilesturin byrjar kl. 15.00.

16. nov.
Ungdómskvøld í Müllers Pakkhúsi Kl. 19.00
17. nov.

Fyrilestur og kjak undir heitinum ”Fimleik sum lívsstíl” í Müllers Pakkhúsi, Fyrilesturin byrjar kl. 19.00.

21. nov.

Gallaveitsla á Hotel Føroyum ?Atgongumerki á kr. 550.- kunnu keypast í Kunningarstovuni í Havn og í Vogue til og við 14. nov.
Gallaveitslan byrjar kl. 19.00

28. nov.
Gallaframsýning í Norðurlandahúsinum – ”Hugaheimurin”, ein heilsan til HF. Atgongumerki, vaksin kr. 150,- og børn 14 ár og yngri kr. 75,- kunnu keypast á HYPERLINK "http://www.nlh.fo" www.nlh.fo, í Norðurlandahúsinum, Kunningarstovuni í Havn, Runavík, Fuglafirði og Klaksvík frá 12 nov.
Sýningarnar vera kl. 16.00 og 19.00.

29. nov.

Gallaframsýning í Norðurlandahúsinum – ”Hugaheimurin”, ein heilsan til HF
Sýningin byrjar kl. 16.00. Atgongumerki, sí omanfyri.

9. des.

100 ára føðingardagurin – Allir limir og onnur áhugað eru vælkomin í føðingardag á ovara vølli í Gundadali til felags fimleikaløtu og myndatøku. Tiltakið byrjar kl. 17.00.

9. des.


Bókaútgáva í Ítróttarhøllini á Hálsi. ?Tá tiltakið í Gundadali er liðugt, verður farið í skrúðgongu niðan í Ítróttarhøllina, har felagið bjóðar øllum kakao og bollar. Eisini verður ymiskt mentanarligt á skránni.



Øll eru hjartaliga vælkomin.