Havnar Fimleikafelag 100 ár í dag

Í dag eru júst 100 ár síðani, at Havnar Fimleikafelag varð stovnað. Síðsta tiltakið í samband við 100 ára hátíðarhaldið verður nú í dag tann 9. desember 2009 í Gundadali millum klokkan 17 og 19.

 

Allir limir felagsins við familju eru boðnir í føðingardag í Gundadali. Dagurin byrjar sum sagt kl. 17.00 og tá møtast limirnir á ovara vølli í Gundadali til eina felags fimleikaløtu, sum varar 15-20 min.. Síðani fara allir HF limirnir á niðara vøll og taka eina felagsmynd.

 

Øll fara síðani í skrúgongu niðan í Ítróttarhøllina á Hálsi, har Havnar Fimleikafelag bjóðar øllum vælkomnum til bollar og kakao, fimleikainnsløg, røður v.m.

 

Av tí at Havnar Fimleikafelag fyllir 100 ár júst í dag, so gevur felagið út eina bók um felagið. Høvið verður at síggja og ogna sær bókina hendan dagin fyri kr. 250,00 og eisini ber til at fáa bókina signeraða.

Umframt bókina, verður eisini møguleiki at keypa onkra góða jólagávu, eitt nú HF-fløguna, HF-búnan og 100 ára hettutroyggjuna.

 

Havnar Fimleikafelag sigur í tíðindaskrivinum, at øll eru hjartaliga vælkomin í føðingardag hjá felagnum.