Havnar Fótbóltur ridlar

P/F Havnar Fótbóltur er eftir øllum at døma á veg í søguna. Partafelagið hevur boðað til eykaaðalfund hin 28. desember við bert einum punkti á skránni, og tað er avhendan av rakstrinum, herundir ogn og skuld felagsins til Havnar Bóltfelag.

Jóannes Mouritsen, nevndarformaður í Havnar Fótbóltur, vil tó einki siga um málið, men vísir til eykaaðalfundin.

Miðlar hava ført fram, at so illa stendur til í P/F Havnar Fótbóltur, at felagið er um at fara av knóranum og kann taka HB við sær í fallinum. Men tað vil Jóannes Mouritsen hvørki vátta ella avsanna.

Dánial Pauli Davidsen, formaður í HB, sigur, at hjá teimum er støðan greið.

- Vit skulu taka støðu til eina áheitan frá P/F Havnar Fótbóltur, og tað er tað einasta, okkara limir skulu taka støðu til. Vit hava sjálvandi eitt sindur av innliti í partafelagið, men Havnar Fótbóltur fer at koma við einari framløgu og meiri gjølligari frásøgn. Meiri er ikki í tí málinum, leggur Dánial Pauli Davidsen, aftrat.