Havnanevndin sigur seg ikki vita nóg mikið um verkætlanina hjá P/F Havnar Bryggju Byggiverkætlanin hjá P.F. Havnar Bryggju hevur verið ávegis seinastu tvey árini. Í mars mánaða 2007 legði partafelagið verkætlanina fram fyri Tórshavnar býráð og stutt eftir fyri havnanevndini. Fullgjørd ætlan varð send til nevndina gjáramorgunin, men nevndin fær ikki viðgjørt málið, av tí at hon hevur summarfrí. Formaðurin í havnanevndini sigur seg óttast forðingum, ið møguliga kunnu koma burtur úr verkætlanina, men hetta skilur Jógvan Hugo Hansen í P.F Havnar Bryggju ikki.
- Verkætlanin er fullfíggjað, og av tí at Tórshavnar kommuna byggir kai í Kollafirði, kemur verkætlanin ikki at órógva nakra skipaflutning, sigur Jógvan Hugo Hansen.
Les greinina í Sosialinum í kvøld










