Íløgur
Sum borgarstjóri í Klaksvík er Steinbjørn Jacobsen í løtuni við at leggja seinastu hond á fyrstu fíggjarætlan sína. Nógvir smálutir eru sjálvandi í hesari, sum onkursvegna skulu ganga upp, men tyngsta takið er helst at fáa íløgukarmin hjá kommuni at røkka.
- Tað verður ógvuliga smábýtt við íløgunum hjá okkum í ár. Talan er um fleiri arbeiði, sum skulu gerast, men samlaði íløgukarmurin er einans 19 mió.kr., og tí er ikki gjørligt hjá okkum at fara í holt við nakað stórt arbeiði.
Borgarstjórin roknar annars við, at størsta íløgan komandi árini verður ger av eini nýggjari ídnaðarhavn, sum ætlandi skal gerast við Ánirnar.
- Tað er so avgjørt neyðugt hjá okkum at fáa hesa havnina gjørda. Inni á víkini sjálvari er plássið vorðið alt ov lítið, og vit eru faktiskt í dýrastu neyð. Við einum framtíðar undirsjóvartunnili til Klaksvíkar verður trýstið á havnina enn størri, og tí mugu vit fáa hetta arbeiðið gjørt sum skjótast, heldur borgarstjórin.
Víðari sigur hann, at hetta arbeiðið verður mett at kosta einar 30 mió.kr., ella tað sama, sum hálva aðru ferðina árliga íløgukarmin hjá kommununi.
Royna at fáa meira
Skal hetta gerast í einum, sigur tað seg tí sjálvt, at allar aðrar kommunalar íløgur mugu leggjast til viks í eina tíð, og hesum er borgarstjórin sjálvandi lítið fyri.
- Mín vón er, at tað kann bera til, at fáa eina økta íløgujáttan til hetta arbeiðið. Kommunan er dag hampuliga væl fyri fíggjarliga. Skuldin, sum fyrst í nítiárunum var oman fyri fýra álíkningar, kemur við ársenda niður á eina álíkning, so fíggjarliga gerst hetta ikki nakað hóttafall fyri okkum.
- Harafturat fer eitt slíkt arbeiði ikki at ovurhita búskapin. Talan er í stóran mun um útreiðslur til maskinur og líknandi, og tí fer tað ikki at merkja eina stóra øking av lønarútgjaldingunum. Tí vóna vit, at hetta fer at bera til, sigur Steinbjørn Jacobsen, sum annars heldur, at íløgukarmurin hjá kommununum er alt ov lítil.
Barnaansingin restar
Hann vísir á, at eru nógvar íløgur í kommununi, sum framvegis liggja á láni eftir kreppuna. Eitt nú eru bæði skúlin og svimjihøllin partar av eini langtíðar íløguætlan hjá kommununi, og sum er, ber illa til at seta meira ferð á hetta arbeiði.
- Tað tyngsta haldi eg tó vera, at vit ikki fáa gjørt nakað munagott á barnaansingarøkinum. Vit hava eitt byggibúgvið økið tøkt, men við tronga íløgukarminum hava vit ikki møguleika at byggja ein stovn í løtuni. At loysa hetta við leigumálum ger so avgjørt ikki loysnina bíligari, og heldur ikki er ráðiligt at keypa onkur eldri hús, fyri at gera tey um til ansingarstovn.
- Tað løgna við hesum er eisini, at økið er lagt út til kommunurnar at umsita, men hóast vit við hesum hava átikið okkum fleiri skyldur, so hava vit ikki fingið møguleika at nýta meira pening til økið. Tað hongur als ikki saman í mínari verð.
- Hetta er ein ovurhonds stórur trupulleiki hjá okkum. Bíðilistin telur í løtuni 150 børn, og skulu fólk støðast hjá okkum, er neyðugt at loysa hendan, men við verandi karmi gerst einki í løtuni, sigur borgarstjórin í næst størsta býnum at enda.