Fyrr í dag segði Súsanna Danielsen, fyrrverandi løgtingsstjóri, at sambært tí mannagond, ið hon kendir til, so komu mál sum hesi vanliga fyri á samgongufundum.
Súsanna Danielsen segði, at møguliga var tað ein nýggj mannagongd, men tað var ikki vanligt at útdelegera slík mál til embætisfólk og tí metti hon, at landstýrisfólkið, í hesum føri Sirið Stenberg, átti ábyrgdina av málinum.
Sirið Stenberg sigur við in.fo, at málið um havnaútbyggingina skuldi fyri í samgonguni, sama dag sum tað bleiv góðkent.
-Málið skuldi koma fyri á landstýrisfundi, sama dag sum eg lesi, at tað var góðkent, sigur Sirið Stenberg og sigur víðari, at tað er orsøkin, at samgongan enn ikki hevur havt møguleika at viðgera tað, men góðtekur samstundis, at ábyrgdin av hesum verður løgd á seg, tí hon eigur ábyrgdina.
Hóast vanligar mannagongdir ikki eru fylgdar og landstýriskvinnan ikki hevur góðkent umsóknina, so kann Sirið Stenberg ikki taka málið aftur.
-Vit kunnu ikki seta kommununa í forleginheit, tí tey hava einki við tað at gera og tað er so langt útdrigið, sigur Sirið Stenberg.
-Mín undirskrift var ikki á tá tað fór út, sigur Sirið Stenberg, ið ikki vil úttala seg nóg um meir um málið, fyrrenn tey hava fingið greiðu á tí innanhýsis.