Norski fiskimálaráðharrin, Helga Pedersen, er ikki samd við altjóða granskarum um, at heimshøvini í framtíðini fara at tømast fyri fiskatilfeingi.
- Eg trúgvi ikki, at tað verður so galið, at høvini fara at tømast fyri fisk í ár 2048, sum granskarar sipa til.
Men, leggur hon aftrat:
- Hetta avhongur jú eisini av, hvussu væl vit duga at umsita fiskiríkidømið í havinum á burðardyggan hátt, og eg haldi, at tilvitanin um hetta vinnur frama kring um heimin.
Helga Pedersen heldur, at tað kann gerast neyðugt at