Lesur tú føroyskar bøkur?
- Ja, eg plagi at lesa fyri børnunum og fortelji søgur, tá tey fara til songar.
Tað sigur Eirikur á Húsamørk í Leirvík.
Hvørjar bøkur lesur tú?
- Barnabøkur og ymiskar aðrar bøkur og greinar, sum eru vitanaruppbyggjandi.
Eirikur á Húsamørk sigur, at hann hevur sjáldan bøkur ella bók við í song, tí hann sovnar sum oftast, áðrenn hann hevur lisið eina síðu, sum hann brosandi tekur til.
Ynskir tú tær bøkur í jólagávu?
- Eg havi so nógvar bøkur, sum eg ikki havi lisið, og tí høvdu helst onnur fingið størri gleði og gagn av einari bók á jólum enn eg.