Í trý korter - í sjey metra høgari aldu - stríddist unga norska kvinnan, Cecilia Kleppe, fyri lívinum, eftir at hon sló út, tá línubáturin, hon var við, sigldi á ein flúr Hon var dekkari umborð á norska linubátinum Øyfisk, tá hendingin fór fram. Aldan var heilar sjey metrar høg, tá báturin bar við ein flúr, og Cecilia sló út. Tá hevði hon bert verið umborð í fýra dagar. Eftir at hava striðst á havinum og har ímillum ligið í 3.500 litrum av diesel olju, sum var likin úr skipinum, varð hon bjargað av eini bjargingartyrlu.
- Løtan, tá bjargingin kom, kann ikki lýsast við orðum, men eg hevði ongantið væntað, at eg eftir hendingina noyddist at striðast fyri mínum rætti í fleiri ár.
Í dag er Cecilia 30 ára gomul og hevur seinastu seks árini stríðst fyri sínum rættvísi sum skadd í arbeiði. Hon striðist ímóti einum advokatfelag í Noregi, sum umboðar tryggingarfelagið Sjøtrygdegruppen.
- Hesir 45 minuttirnir á havinum broyttu mítt liv. Ringast er kenslan av, at fólk ikki trúgva tær og alla tíðina at noyðast at forsvara seg. Hetta hevur ført til, at eg eri vorðin bæði likamliga og sálarliga sjúk, sigur unga norska kvinnan við blaðið FiskeritidendeFiskaren.
Myndin er úr sama blaði.