Poul Mohr sigur seg hava tað álit á løgtinginum, at tað ikki fer at lóggeva eina ávísa vinnu til bara at kunna virka í einum ávísum øki í landinum. Sjálvur heldur hann, at talan er bara um eitt uppskot, sum hevur til endamál at skaffa einum flokki atkvøður. Hann ivast ikki í, at uppskotið frá Javnaðarflokkinum fellur, tí tað er eftir hansara metan burturvið at gera eina lóg, har tú samtíðis diskriminerar øll onnur øki í landinum. -So kann onkur annar koma við uppskotum sum t.d. siga, at alt, sum hevur við trol at gera skal ganga úr Klaksvík, alt línuvirksemi skal ganga úr Runavík og hvat man nú kann finna uppá.
Poul Mohr vísir annars á, at Smyril slapp ikki at á Drelnesi í ódnarvirkinum í vikuskiftinum, og skipini máttu eisini rýma úr Runavík. -Eg var sjálvur uppi á Sundi og hugdi tá, og har var fínt verður sigur ein heldur speirekandi Poul Mohr, sum tó viðgongur, at tað var ringasta ætt í Runavík.
Poul Mohr ynskir ikki at úttala seg meira um hetta málið og vísir á, at Sund liggur og bíðar. Har liggur longu ein stór íløga. Eingir almennir ella kommunalir pengar skulu brúkast har.
Í Runavík eru teir farnir undir at víðka um havnina við 100 metrum av atløgusíðu og einum øki uppá 10.000 fermetrar. Eisini er ætlanin at gera ein høll har. Við sjónvarpið í farnu viku segði býráðsformaðurin Jákup Lamhauge, at teir gera klárt fyri eini møguligari oljuútgerðarhavn, men verður hon av ongum, so verður útbyggingin brúkt til onnur endamál. Útbyggingin har er metta t kosta einar 12-15 mill. kr. og verður liðug at taka í br´jk um sama mundið, sum oljufeløgini fara at bora við Føroyar.