Havi lært meg at liva við sjúkuni

Elisabeth Leo í Skopun hevur eina sjáldsama giktasjúku við heitinum rela-polychondritis. Hon er í dag uttan arbeiði.
 Tá eg fekk at vita, at eg var 75 % invalid, var tað ein súr sitrón at svølgja. Kenslan av at vera óbrúkulig kom sníkjandi, sigur hon.

Skopun: - Tað hendi øgiliga skjótt. Seint í 1998 breyt sjúkan út við øgiligari pínu í fingrunum, sum skjótt breiddi seg út í allan kroppin. Í 1999 bleiv eg innløgd.
Elisabeth bleiv í mong ár sett í viðgerð fyri liðagikt, hóast hetta ikki hjálpti sera nógv.
Um hetta mundið, arbeiddi hon sum dagrøktarmamma, men var so ofta sjúkrameldað, at læknanir søgdu hana vera 75 % invalid.
- Mín hobby hevur altíð verið at binda, serliga við maskinu. Hana havi eg nú selt, og bindi bert við hond, tí tað bleiv ov strævið, sigur Elisabeth.
Pínan bleiv verri og arbeiðsførleikin minkaði. Men í mai 2003 fór hon til danska læknan P. Helin, sum er reumathiskur konsulentur og serfrøðingur í gikt, har hon fekk staðfest sjúkuna.
-  Tá eg fekk at vita, at eg var 75 % invalid, var tað ein súr sitrón at svølgja. Kenslan av at vera óbrúkulig kom sníkjandi, og tað var ógvuliga ringt at siga arbeiðinum farvæl.
-  Eftir at hava tosað við Helin lækna, fekk eg eina ró, av tí at læknanir ongantíð rættiliga kundi siga, hvør sjúkan var, og tí hevði eg livað í eini óhugnaligari óvissu, greiðir Elisabeth frá.

Ein positiv síða
Í dag er hon sera glað fyri stuðulin hon hevur fingið frá familjuni, og hennar sera positivu hugsjónir, hava hjálpt henni at sæð ljósið í myrkrinum.
Fyrr hevur Elisabeth fingið eina skurviðgerð í knøunum fyri slitgikt og var í viðgerð við Paraflex og Arthrotec. Eisini var hon ofta kannað fyri hjartatrupulleikar og trongd.
Hetta vísti seg seinni at vera av sjúkuni, tí luftrørini eru av bróski og hovna. Eisini eru summar tíðir trupuleikar við spísurørinum av tí at tað eisini er av bróski.
-  Í dag eri eg uttan arbeiði og fái miðalpensjón. Eg havi lært meg at liva við sjúkuni og liva hvønn dag.
-  Eg eri sera virkin í Missiónshúsinum, serliga barnaarbeiðinum, og havi valt at síggja sjúkuna frá tí positivi síðuni: Nú kann eg arbeiða fyri Jesus fulla tíð, sigur Elisabeth við einum brosi.
Henda sjáldsama sjúka førir tó við sær, at Elisabeth altíð er noydd at hava ein seðil uppi á sær við upplýsingum um sjúkuna, um hon skuldi komið út fyri einum ferðsluóhappi, tí hon kann ikki fáa somu viðgerð sum aðrir sjúklingar.
- Tað sum eg fyrr tók sum eina sjálvfylgju, er nú fyri mær ein Guds gáva. Eg eri eisini áhugað í, at koma í samband við fólk, ið kanska kennast við sjúkuna.
Elisabeth Leo er nú í viðgerð við Prednisolon við jøvnum millumbili.





Fakta

Rela-polychondritis er ein sera sjálvsom gikt sjúka, ið loypur á brósk og gevur sina-, venu- og vøddabruna.
Henda sjáldsama giktsjúka verður ofta blandað saman við liðagikt, av tí at hetta eisini gnaddar bróskið millum liðinar.