Føroyska fótbóltskappingarárið nærkast nú endanum, og sum vanligt er, eru nógvar leysasøgur móti endanum av kappingini.
Norðlýsið kom í gjárkvøldið við einari av heilt stóru bumbunum, tá teir hildu seg vita, at B36 málverjin, Tórður Thomsen, til komandi kappingarár fer at skifta til KÍ. Sambært keldunum hjá Norðlýsinum, var sáttmáli enntá longu gjørdur millum Tórður Thomsen og KÍ.
Tórður Thomsen vísir tó aftur fyri in.fo, at hann hevur gjørt sáttmála við nakað felag til komandi ár.
- Eg kann beinavegin staðfesta, at eg ikki havi skrivað undir sáttmála við nakað felag. Eg kann eisini vátta, at eg eri blivin kontaktaður av 3-4 feløgum.
- Tað einasta sum er greitt er tó, at eg og daman í næstum flyta inn í Eysturoynna at búgva.
Tórður Thomsen útihýsir heldur ikki, at hann kann halda fram sum málverji í B36.
- Frá degi eitt, havi eg trivist sera væl í B36, og í løtuni vil eg gera alt fyri, at vit í B36 fara at endurvinna FM heitið fyri fyrstu ferð í søguni hjá felagnum.
29 ára gamli Tórður Thomsen hevur vart málið hjá B36 síðani kappingarbyrjan í 2013. Undan tí, hevur Tórður eisini umboða feløgini NSÍ, ÍF, B68, AB og HB.