- Havi altíð okkurt handbundið plagg við

Føroyska Elsa Bech hevur fyri stuttum latið upp sín fyrsta handil í Malmø í Svøríki. - Handbundið er nakað serligt, og eg royni altíð at hava tað við í mínum kollektiónum, sigur Elsa Bech.

Tað grør um gangandi fór á design økinum í Føroyum. Fleiri spennandi sniðgevar hava stungið seg upp seinastu árini, og alsamt fleiri føroysk pløgg síggjast í gerandismyndinin í føroyska samfelagnum. 

Ein teirra, sum í dag livir av at sniðgeva, er føroyska Elsa Bech. Hon og maður hennara lótu fyri trimum mánaðum síðani upp fyrsta handilin, og er hann í Malmø, har hon hevur showroom, kontór og handil. 

 

Merkið elsabech er júst ein samanseting av tí ráu og valdsmiklu náttúruni í Føroyum, og stórbýar kendu rákunum úr Svøríki.

 

- Hóast vit hava fleiri ár á baki við elsabech, so byrjaðu vit næstan á nýggjum í Svøríki nú. Hetta tí, at vit hava átt tvey tøtt børn, og tí hevur fyritøkan so at siga staðið í stað í tvey ár, sigur Elsa Bech. 

 

Hennara dreymur er, at hava fleiri handlar kring Evropa, og at elsabech verður eitt merki, sum øll kennast við. 

 

Og gongd er komin á hendan dreym, tí í næstum verður elsabech vørur at síggja í Fields í Danmark, umframt, at keypast kann á miinto.se og elsabech.dk. 

 

Harumframt er elsabech at síggja í Sirri og Butique Storm í Føroyum. 

 

- Hetta er ein bein harður marknaður, tú skalt hava kollektiónir klárar fleiri ferðir um árið, tú skal vita hvat rørir seg annars á mótapallinum o.s.fr. Men tað er sera spennandi og gongur rætta vegin, sigur Elsa Bech. 

 

Hon vísir á, at tað føroyska handbundna er nakað heilt serstakt, og júst slíkar vørur eru tær, sum kundarnir fyrst síggja í einarin kollektión. 

 

- Tað er aloftast tað, ið kundin sær fyrst og verður imponeraður av. Tí havi eg altíð okkurt føroyskt handbundið við, sigur Elsa Bech.