Havfrúgvin kneykaði Teklu

Vestmannadreingir vóru aftur í dag fremstir í barnaróðrinum, tá ið teir vóru 2/25 av einum sekundi undan Teklu úr Klaksvík

Á norðoyastevnu vóru tað vestmannadreingir umborð á Havfrúnni, sum vóru fyrstir á mál í barnaróðrinum. Tá vóru teir knappliga trý sekund frammanfyri Teklu úr Klaksvík.

Í dag verður róð á sundalagsstevnu í Kollafirði. Aftur í dag var Havfrúgvin fremst, og aftur í dag var Tekla næstfremst. Í dag var tað væl tættari millum Havfrúnna og Teklu. Tíðin hjá Havfrúnni var 02:48.09, og tíðin hjá Teklu var 02:48.11.

Tað vóru bara hesir báðir bátarnir, sum í dag kappaðust um fremsta plássið. Royndin Fríða, sum ikki var við á norðoyastevnu, var á triðja plássi í dag – tólv sekund aftanfyri Teklu.

 

1Havfrúgvin02:48.09  
2Tekla02:48.11  
3Royndin Fríða02:59.17  
4Ørnin03:00.04  
5Teistin03:08.00  
6Ternan03:17.08