Havfrúgvin bjóðar Erlu av

Men tær úr Fuglafirði vóru drúgvari og vunnu sannførandi sigur

Tað hevur sæð svart út fyri, at nakar skal gera nakað við Erlu Kongsdóttir úr Fuglafirði í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum, sum hevur vunnið allar kappingarnar í ár.

Eisini í dag var Erla Kongsdóttir fyrst á mál, og eisini í dag var sigurin sannførandi, tí Erla var meiri enn eina bátslongd undan Havfrúnni úr Vestmanna.

 

Sí myndir frá jónasøkuróðrinum við at trýsta HER

 

 

Men hesa ferð var kappingin størri, enn hon hevur verið undanfarnu ferðirnar. Erla Kongsdóttir legði seg beinanvegin ein skut framum hinar bátarnar. Hesa ferð vildi Havfrúgvin úr Vestmanna ikki sleppa, og talan varð ongantíð um tann munin millum Erlu Kongsdóttir og næsta bátin, sum talan hevur verið um fyrr í ár.

Havfrúgvin royndi fleiri ferðir at bjóða av. Í løtum var munurin minni enn ein bátslongd, men í endaspurtinum var eingin ivi. Erla Kongsdóttir fleyg um málið hálva aðra bátslongd undan teimum úr Vestmanna.

Argjabátarnir Teistin og Blikur vóru í tættari kapping um bronsuplássið, og ta kappingina vann Teistin.

 

1Erla Kongsdóttir05:21.07  
2Havfrúgvin05:24.02 
3Teistin05:36.21  
4Blikur05:37.05