Nýggi leikurin eftir Jóanes Nielsen, Havfrúgvin, nemur við fleiri evni og hevur fleiri løg, sum áskoðararnir kunnu uppliva, eftirmeta og undrast á. Eitt evni, sum in.fo skilur er fallið fleiri kvinnum fyri brósti er, hvussu kvinnur verða lýstar í leikinum. Fýra kvinnur eru við og eru tær allar at kalla hjálparar ella stuðlar hjá monnunum í leikinum. Kvinnurnar hava at kalla onga funktión í sær sjálvum. Ein er hjálpari hjá høvuðspersóninum. Ein er sexobjektið, sum tveir menn báðir vilja hava. Ein er alkoholiseraða mamman, sum eisini er eitt sexobjekt á ein annan hátt. Og at enda er tað ríkmansfrúan, hvørs høvuðsuppgáva er at stuðla manninum – reiðaranum.
Kinna Poulsen, listaummælari heldur, at leikurin er góður. Men tá ið tað er sagt er hon av teirru fatan, at kvinnurnar verða lýstar heldur einfalt.
- Eg tulki leikin abstrakt sum ein leik um listarligaskapan, men tað skerst ikki burtur, at kvinnur verða einfaldaðar í leikinum. Tær hava eina funktión sum antin hjálparar ella sexdjór. Og eg má siga fyri meg, at eg kenni meg ikki aftur í hasari karikeraðu kvinnulýsingini, sigur Kinna Poulsen.
Er tað ein leikur gjørdur av monnum til menn?
- Eg fekk nógv burturúr leikinum, men tað er eingin ivi um, at tað er ein mannligt sýn uppá kvinnuna, sum ger seg galdandi, sigur Kinna Poulsen.
Og hetta er ikki fyrstu ferð, at føroyskir leikir lýsa kvinnur á ein heldur einfaldan hátt.
- Eg haldi, at nógvir av leikunum, sum eru leiktir á Tjóðpallinum hava verið skrivaðir av monnum og hetta ávirkar sjónarmiðið, kvinnurnar eru í fleiri førum objektiviseraðar ella á annan hátt reduceraðar sigur sigur Kinna Poulsen.
Í sínum ummæli av leikinum skrivar Kinna Poulsen soleiðis um kvinnufatanina í leikinum.
"Góða gamla kvinnureduktiva Madonna ella hora-kompleksið verður luftað, høvuðspersónurin Olivar elskar Lindu so høgt, at hann longu áðrenn hann gjørdist avlamin, varð aseksuellur og umbroytti hana til eina aseksuella havfrúgv uttan hetta altetandi kvinnuundirlívið, sum er upprunin til lív og sum eyðsýniliga enn verður uppfatað sum nakað vandamikið nakað. Mamma Olivar var í sínum edrúastu løtum jarðarmóðir (dupult uha!) og samstundis ein ræðulig femme fatale við snoddi fyri kuvøsuguff, hetta letur jú upp fyri allahanda ødipalum konfliktum og í steðginum hoyra vit Dear little mother hjá Savage Rose afturvið barnadópsdrekkamunninum úti í forhøllini. “ - Kvinnan er við øðrum orðum antin mamma, dóttur, hora, hjálpari ella einkja – okkurt slag av staffasju í mannfólkalívinum, leggur Kinna Poulsen aftrat.










