Havfrúgvin fingið enn ein umgang av máling

Í nátt er Lítla Havfrúgvin málað blá og hvít

Enn einaferð er herverk gjørt á Lítlu Havfrúnna í Keypmannahavn. Hesaferð hevur Havfrúgvin fingið ein umgang við bláari og hvítari máling.

Fyri tveimum vikum var Havfrúgvin málað reyð, og tá varð ein politiskur boðskapur um grindadrápið í Føroyum málaður á vegin frammanfyri Havfrúnni.

Hesaferð hevur herverkið tó ikki tilknýti til grindadrápið, men aftur hesaferð eru ein boð skrivað á vegin: ”Befri Abduelle”.

Løgreglan sigur, at hon leitar eftir einari gentu, sum er um 170 cm til hæddar. Eitt fólk, sum luftaði hundin í nátt, kom fram á gentuna, sum var í gongd við herverkið.