Havborg rokast í rækjum

Rækjutrolarin Havborg hevur havt rokfiskiskap á Grand Bank, har teir nú hava gjørt fýra túrar í ár. Havborg hevur havt rokfiskiskap eftir rækjum.

Skipið fór úr Saint Pierre hin 10 mars, og mikudagin í hesi vikuni høvdu teir góð 300 tons av rækjum í lastini.

Teir mettu tá, at nú var tíðin komin at sigla til lands við veiðini.

Heimasíðan hjá Jóanesi Nielsen veit at siga, at Havborg hevur gjørt fýra túrar á Grand Bank í ár. Skipið fór úr Reykjavík við kós móti Grand Bank hin 15. desember í fjør.

13 mans eru við Havborg, og skipari hendan túrin er Eirikur Magnussen úr Trongisvági.