Tað hendi einki við skipinum, tá føroyski rækjutrolarin Havborg stutt fyri midnátt í gjárkvøldið endaði á einum sandrivi við Solstranda í Tromsø í Noregi.
Reiðarin, Tummas Justinussen, sigur við In.fo, at skiparin valdi at sigla nær sandrivinum, men hann bleiv ov nær, soleiðis at skipið bar við.
Um midnáttarleitið var fjarðandi sjógvur á leiðini, og tí eydnaðist tað ikki í fyrsta umfari bjargingarskipinum Kaptein Skaugen at hála Havborg av aftur.
Tummas Justinussen sigur, at tá tað fløddi aftur seinni í morgun, fekst skipið av aftur, og nú liggur Havborg við bryggju í Tromsø, har rækjulastin á umleið 380 tons verður løgd upp.
- Við tað, at Havborg kom at standa á einum sandrivi, kom ikki ein skøva á skipið, og manningin var ongantíð í nøkrum vanda, sigur reiðarin á rækjutrolaranum.









