Hava undirskrivað avtalu fyri 2024

- Fyrsta dagin var talið av vitjandi ikki so stórt, men báðar teir seinnu vóru sera nógv vitjandi á gátt, sigur stjórin í Atlantic Fair, Áki í Skemmuni.

Atlantic Fair verður aftur í Klaksvík í 2024.

 

Tað skrivaðu Áki í Skemmuni, stjóri á Atlantic Fair og Karl H. Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, undir í gjár.

 

Í gjár var seinasti dagur á Atlantic Fair hesaferð.

 

Áki í Skemmuni, stjóri, sigur við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu, at hann er sera væl nøgdur við gongdina og stóra talið av vitjandi.

 

- Fyrsta dagin var talið av vitjandi ikki so stórt, men báðar teir seinnu vóru sera nógv vitjandi á gátt. 

 

Undirskrivingin í gjár merkir, at avtala fyri Alantic Fair 2024 nú er gjørd, og tískil verður tiltakið aftur í Klaksvík um tvey ár.