Hava tosað við Magna Laksáfoss um at fáa hann upp í Sjálvstýri

– Vit hava tosað við Magna Laksáfoss um at fáa hann at stilla upp fyri Sjálvstýri. men enn er eingin avgerð tikin. Tað sigur Bjørn á Heygum, formaður í Streymoyar Sjálvstýrisfelag.

 

Felagð hevur havt aðalfund í kvøld og har stóðu tveir nevndarlimir fyri vali. Hans Jacob Hermansen varð afturvaldur, og Erhard Jacobsen varð valdur fyri Ronald Poulsen, sum bar seg undan. Hinir tríggir í nevndini eru Bjørn á Heygum, Olaf á Stongunum og Jan Joensen.

 

Nýggja nevndin hevur ikki skipað seg enn, men Bjørn á Heygum sigur, at tað verður fyrsta dagin. Og hann leggur afturat, at tað verður ikki fyrr enn nevndin hevur skipað seg, at tey fara at tosa um at fáa valevni til løgtingsvalið, sum verður í seinasta lagi 31. august.

 

Kortini ásannar Bjørn á Heygum, at onkur valevni eru í kikaranum. Sjálvur hevur hann ikki tikið støðu til, um hann fer at stilla upp, men hann váttar eisini, at eitt valevni, sum er í kikaranum, er Magni Laksáfoss, sum fór úr Sambandsflokkinum fyri einum sløkum ári síðani, og sum hevur verið uttanflokkatingmaður síðani.

 

– Vit hava tosað við Magna Laksáfoss, váttar Bjørn á Heygum. Og leggur afturat, at tað er heldur ikki so øgiliga langt síðani teir seinast tosaðu saman, sum hann málber seg. Men hann leggur dent á, at enn er eingin avgerð tikin um nakað. Kortini ásannar hann, at tað hevði verið ein styrki fyri flokkin at fingið ein vælkendan profil, sum Magna Laksáfoss, á listan.

 

Her kann leggjast afturat, at á seinasta býráðsvali í Havn, stillaði Sjálvstýri ikki upp fyri fyrstu ferð í yvir hundrað ár, og tað segði Bjørn á Heygum, at beinleiðis orsøkin til tað var, at teir høvdu ongan profil at stilla upp og fingu ikki manna ein lista, sum kundi metast at fara at gera seg galdandi á valinum.

 

Sjálvstýri hevur trý lokalfeløg, eitt í Norðoyggjum, eitt í Eysturoy og eitt í Streymoynni. Og tey trý feløgini skulu hava hvør síni uppskot til valevni, og tey skulu hava fleiri valevni hvørt fyri at manna ein sterkan lista. Men so skal landsfelagið góðkenna valevnini, áðrenn listin verður latin inn. Og Bjørn á Heygum sigur, at endamálið er at fáa ein so sterkan lista, sum gjørligt, við valevnum úr ymsum økjum í landinum.