Hava tikið einar 20 bilførarar fyri ymisk lógarbrot

Bæði í gjár og í fyrradagin gjørdi løgreglan nógv burtur úr at kanna bilar – og tað var ikki til fánýtis

Løgreglan er rættiliga úti um seg í ferðluni hesar dagarnar og bæði fyrradagin, og í gjár eru ein hópur av bilum kannaðir. Og tað hevur ikki verið til fánýtis, tí eini 20 bilførarar fáa okkurt slag av revsing.

 

Nakrir bilførarar hava fingið 1.000 krónur í bót fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu, og seinnapartin í gjár varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning í Klaksvík, so hann stendur eisini til at missa koyrikortið.

 

Bæði í Søldafirði og í Kollafirði fingu bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koya 71 kilometrar í bygdum øki, umframt at teir fáa 2.500 krónur í bót.

 

Eisini á landsvegnum ígjøgnum Kaldbaksbotn, har tað er loyvt at koyra 80, fær ein bilførari eisini klipp í koyrikortið fyri at koyra slakar 102 kilometrar um tíman, umframt at hann fær 1.500 krónur í bót.

 

Harumframt hava einir sjey aðrir bilførarar fingið bót, og onkur f ell eisini klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt við Gøtugjógv og á Toftum. Og ein bilførari, sum koyrdi Millum Fjarða, bjargaði sær akkurat undan at missa koyrikortið treytað, tí hann koyrdi beint undir 111 kilometrar um tíman, sum er markið fyri at missa koyrikortið treytað. Men hann sleppur ikki undan eini bót upp á 2.000 krónur.