Stutt fyri jól varð nýtt manningarfelag stovnað. Tað eru teir, ið sigla við teimum smáu trolbátunum, sum fiska í bólki 4T, ið hava stovnað felagið. Teir valdu eina trímannanevnd til at leiða felagið, og fyrsti formaður gjørdist 30 ára gamli skipsførarin, Fríbjartur Dahl-Olsen, sum siglir við trolbátinum Skálafossi.
Navnið á nýggja felagnum er MFT, sum stendur fyri manningarfelag fyri trolbátar, og tað eru bara manningarnar sjálvar – og ikki trolbátaeigararnir – sum kunnu vera limir í felagnum. Sáttmáli er longu fingin í lag millum MFT og teir, sum eiga trolbátarnar, og formaðurin sigur seg hava skilt, at manningarnar eru nøgdar við tað, sum komið er burturúr.
Fríbjartur Dahl-Olsen vísir á, at eftir nýggju fiskivinnulóggávuni skal manningin skipast í felag, sum ger sáttmála við teir, ið eiga trolbátarnar, og í hesum førinum hildu menn, at rættast var at stovna sítt egna felag.
- Trolbátarnir eru sjey í tali, og vit eru einir 30-32 mans, sum sigla við hesum bátum. Vit hildu, at um vit gjørdust partur av øðrum stórum felag, fóru vit at detta niður ímillum, og tí valdu vit at taka hesi viðurskifti í egnar hendur og stovna okkara egna felag, sigur Fríbjartur Dahl-Olsen, sum VikuskiftisSosialurin í dag hevur skift orð við.










