Hava stolið LÍV

Løgtingið hevur "stolið" LÍV, frá 17000 tryggingartakarum

Finnleif Guttesen
Tvøroyri
___________

LÌV bleiv stovnað í 1966 sum ein sjálveigandi stovnur , og landið rindaði ikki eitt klovið oyra til endamálið.
Bananstatur
Sum ein annar bananstatur, ognartekur landið LÌV í 1999, við at lóggeva og stovna eitt lívstryggingarfelag hvørs navn verður PF. Føroya Lívstrygging, og tikið verður 500.000 krónur úr landskassanum, til partapening.
Hetta partafelagið hjá landinum, yvirtekur nú allar ognirnar, tað vil siga 1,2 milliard krónur, ið teir umleið 17000 tryggingartakararnir eiga.
Selja til ríkfólk
Nú ætlar landið at selja hendan partapeningin til stórkapitalin í útlondum, fyri eitt virði millum 20 og 100 milliónir krónur.
Tey í keypa hesi partabrøv, vilja sjálvsagt hava vinning av teimum og harvið vil partur av yvirskotinum hjá LÌV verða tikin út úr felagnum. Eitt yvirskot, sum annars hevði komið tryggingartakarunum til góðar.
Val av 5 umboðum
Málsetningurin hjá hesum umboðum, ið skulu røkja áhugamál tryggingartakarans, kann bert verða eittans, og tað er at arbeiða við hond og fót fyri, at LÌV IKKI verður einskylja, tí annars røkjur tú ikki áhugamál tryggingartakarans.
Atkvøðuseðlar kunnu umbiðjast frá LÌV, til og við hósdagin 23. juni 2005.