Mikudagin hevði Helgi Andreasen, sum annars arbeiðir hjá Vestmanna kommunu, sín fyrsta arbeiðsdag sum aktingarmaður. Uppgáva hansara verður at taka upp djór, sum ganga leys.
Seinasta hálva árið hevur Vestmanna kommuna verið illa plágað av hundum, sum hava gingið leysir, og tí helt kommunan tað vera neyðugt at seta ein aktingarmann.
Fyrr vóru hundar eingin trupulleiki í Vestmanna, men eftir at tveir stórir hundar fluttu til bygdina, kom ótti á fólk, og starvsfólkini í barnagarðinum tordu ikki longur at fara út við børnunum.
- Fleiri fólk meldaðu hundarnar til politiið, men tað hendi einki. Nú hava vit so gjørt eina avtalu við politiið, sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna.
Avtalan er, at um fólk melda leysgangandi djór til politiið, ringir politiið beinleiðis til aktingarmannin, sum fer út eftir djórinum.
Fer at hjálpa
Verður ein hundur tikin upp, fær eigarin eina rokning upp á 425 krónur og meira legst aftrat fyri hvønn dag, um eigarin ikki beinanvegin kemur eftir hundinum.
Pauli T. Petersen væntar, at hetta fer at hjálpa, tí fáa hundaeigarar nkrar ferðir rokning, fara teir at ansa betur eftir.
- Vit kundu ikki hava, at børnini ikki tordu út. Fleiri onnur fólk hava eisini verið bangin fyri hundunum, sigur Pauli T. Petersen, sum bara hevur frætt frá takksomum vestmenningum um at seta aktingarmann.