Hava staðið fyrstu royndina

Sámal Erik Hentze, hjálparvenjari hjá EB/Streymi, var fegin um sigurin hjá hansara monnum.
– Dysturin hevði ovurhonds stóran týdning hjá okkum. Vit skuldu bara vinna dystin, og so mátti spæli koma í aðru røð. So innsatsurin frá monnunum var í lagi, meðan leikliga dumpa vit.

 
– Fuglfirðingar stríðast eisini væl, men teir fáa eisini møguleika fyri tí, og dysturin er annars eitt fínt dømi um, hví vit liggja nummar eitt og teir liggja nummar tíggju, heldur Sámal Erik Hentze.
Eftir dystin var spenningurin øgiligur, meðan bíðað var eftir úrslitinum av Toftum, men Sámal Erik Hentze var sjálvur nokk so róligur.
– Tað er nú so, at tað er jól á hvørjum árið og á sama hátt er HB eisini við í landskappingini. HB er eitt lið, sum altíð er við í síðsta enda, so tí yvirraskaði tað meg ikki, at teir vunnu á Toftum, sigur hjálparvenjarin hjá EB/Streymi.
Síðsta uppgávan hjá EB/Streymi í ár, verður á heimavølli móti KÍ. Var dysturin sunnudagin týdningarmikil, so verður dysturin komandi leygardag av ikki minni týdningarmikil.
– Vit hava staðið fyrstu royndina í dag, og nú skulu vit so undir næstu og seinastu royndina, sigur Sámal Erik Hentze.