Tað gongur so líðandi framá við at gera nýggja undirsjóvartunnilin, ið skal stytta um farleiðina millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøkið.
Í vikuligu dagføringini frá partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlar verður upplýst, at 148 metrar vóru sprongdir í síðstu viku. Sostatt eru 6.392 metrar av teimum tilsamans 11.250 metrunum sprongdir.
Av teimum 148 metrunum vórðu 83 metrar sprongdir á Hvítanesi, har tað tilsamans nú er sprongt 3.057 metrar.
Undir Skálafjørðinum verður sprongt í tvær ættir. Frá rundkoyringini móti Hvítanesi, har tað blivu sprongdir 22 metrar í síðstu viku, og frá rundkoyringini móti Rókini, har tað í síðstu viku blivu sprongdir 43 metrar.









