Hava sprongt 4.681 metrar

Tunnilstoymini, sum í løtuni spreingja Eysturtunnilin, ið skal stytta um farleiðina millum høvuðsstaðarøkið og Skálafjørðin, hava nú sprongt 4.681 metrar av teimum tilsamans 11.250 metrunum, ið mett verður, at tunnilin verður. Tað skrivar partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar á facebook.


Í seinastu viku sprongdu toymini tilsamans 137 metrar, harav 62 metrar vóru á Hvítanesi. Tað er eisini á Hvítanesi, at tunnilstoymini eru komin longst í arbeiðinum. Tilsamans 2.267 metrar eru nú sprongdir á Hvítanesi.


Seinastu fimtan vikurnar hevur eisini verið sprongt í tveimum ættum frá rundkoyringini, ið verður í tunlinum. Frá rundkoyringini móti Hvítanesi sprongdi tunnilstoymið tilsamans 43 metrar, so at tað nú eru tilsamans 473 metrar sprongdir frá rundkoyringini og móti høvuðsstaðarøkinum.


Frá rundkoyringini verður eisini sprongt móti Rókini og sprongdini toymið í síðstu viku 32 metrar. Har eru tilsamans sprongdir 316 metrar.