Hava skuldsett mann fyri harðskap í Vágsbotni

Ein maður bleiv í gjár skuldsettur í einum harðskapsmálið, sum hendu í Vágsbotni í Havn fyri nøkrum vikum síðani.

 

Fyri tveimum vikum síðani bleiv ein maður illa sligin uttanfyri Kallkyn í Vágsbotni. Tað var mitt á nátt, tá hann kom gangandi saman við eini kvinnu, at ein maður brádliga kom rennandi móti teimum og leyp á mannin.

 

Maðurin varð bæði sligin niður og sligin, meðan hann lá niðri, og sambært løgregluni bleiv hann eisini sparkaður.

 

Løgreglan sigur, at maðurin varð so illa hagreiddur, at hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið, har hann er innlagdur til kanningar.

 

Les eisini Maður illa sligin í nátt

Hvørki maðurin ella kvinnan vistu, hvør bardagamaðurin var, so løgreglan heitti á fólk, sum kanska høvdu sæð okkurt, um at siga sær frá.

- Hetta gav ikki tað stóra, men kanningararbeiðið hjá løgregluni gav úrslit, so at vit í gjár skuldsettu ein mann fyri álopið, sigur løgreglan.

 

Les eisini Hjálpið okkum at finna brotsmannin

 

- Enn er ikki greitt, um maðurin at enda verður ákærdur fyri harðskap ella grovan harðskap, tað verður upp til ákæruvaldið, men undir øllum umstøðum er ein maður skuldsettur í málinum, sigur løgreglan.

 

Løgreglan sigur, at talan er um ein mann, sum er kendur av politinum frammanundan.