Av tí at føroysku bløðini vóru á mikrofilmi, var uppgávan at skanna bløðini nógv lættari
Uppgávan at skanna bløðini er nógv minni, tá tey verða skannað av mikrofilmi, enn um hvør síða í blaðnum skuldi skannast av pappíri. Í nógv ár hava mikrofilmarnir á Landsbókasavninum verið álitið hjá teimum, sum granska í føroysku bløðunum. Og júst tí eru hesir í so ringum standi, at illa bar til at skanna burtur úr teimum. Men lukkutíð eru kopi av filmunum til skjals í Statsbókasavninum í Århus í Danmark.
Tað eru hesi kopi sum eru brúkt í skanningararbeiðinum, sum er partur av skanningararbeiði í Danmark.
Har er tað fyritøkan Ninestars, sum hevur staðið fyri arbeiðinum. Hetta er ein hin fremsta fyritøkan í heiminum til slíkt skanningararbeiði. Uppgávan var at skanna 32 milliónir síður – og av teimum 450.000 føroyskar síður.
Tað er Erling Kjærbo, bókavørður á Landsbókasavninum, sum er verkætlanarleiðari. Hann segði við Sosialin herfyri, at arbeiðið hevur gingið væl – nú varðveitingararbeiðið er liðugt.
Mikudagin verður tilfarið alment, og ein og hvør kann lesa – líka mikið hvar í verðini tú ert.
Erling Kjærbo segði við Sosialin, at í fyrstu syftu verður leitiskipanin nakað skerd. Tað ber til at leita upp á orð, sum síðani sæst í einum lista á síðuni. Tá tú trýstir á leinkjuna, fært tú tað greinina fram. Men so fært tú ikki blaðað meira í blaðnum.
– Men vit fáa tvær týðandi dagføringar longu í ár. Onnur er leitiskipanin, har tú fært blaðað víðari í blaðnum. Hin er, at tú fært leitað upp á tvørs á bløðunum, sigur hann.
Tað merkir, at tú fært leitað eftir orði í øllum bløðunum í senn.
– Vit kundu bíðað og fingið hesar dagføringar við. Men so hevði verkætlanin ikki verið klár enn. Vit valdu heldur at fáa hana út nú, og so fáa hasar dagføringarnar seinni í ár, sigur Erling Kjærbo