Hava sett fleiri fólk at viðgera umsóknir um stuðul

– Tí er viðgerðartíðin ikki longd, sigur landsstýriskvinnan

Viðgerðartíðin er ikki longri enn hon hevur verið.

Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.

Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hana, hvussu støðan er hjá fólki, sum eru í dagpeningaskipanini, nú korona-kreppan hevur rakt samfelagið. Hon sigur, at tey hava fingið at vita, at viðgerðartíðin er longd, nú tiltøk eru sett í verk ímóti korona.

Korona leggur hart trýst á almennu skipaninar og tí kann tað taka longri tíð enn vanligt at viðgera aðrar umsóknir, sigur hon.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur, at Almannaverkið hevur upplýst, at allar umsóknir um dagpening vegna sjúku vera avgreiddar sum vanligt.

– Sostatt er málsviðgerðin ikki seinkað av korona, sigur hon.

– Trýstið á Almannaverkið og dagpeningaskipanina er í hesum døgum størri enn vanligt, sigur landsstýriskvinnan.

Hon sigur, at beint undan páskum hevði Almannaverkið fingið 175 umsóknir um dagpening vegna korona, og harumframt venda nógv sær til Almannaverkið við fyrispurningum um hjálp, og við fyrispurningum um dagpening.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur, at tískil hevur Almannaverkið sett fleiri fólk at viðgera umsóknirnar soleiðis at tað kunnu avgreiðast upp á vanliga tíð.

Annars sigur hon, at fólk, sum detta úr dagpeningaskipanini orsakað av korona støðuni, hava somu treytir, sum onnur, ið detta úr dagpeningaskipanini.

Tað er nevniliga eingin onnur skipan, sum sjálvvirkandi tekur yvir, tá fólk koma í hesa støðuna, sigur hon.

Men fólk, sum einki hava at liva av, og sum ikki kann fara til arbeiðis, vegna sjúku, hevur rætt til fyribils uppihaldshjálp eftir forsorgarlógini, sigur landsstýriskvinnan.