Tá teir komu til Havnar var móttøka í Reinsarínum í Tórsgøtu
Endamálið við tiltakinum er at savna pengar inn til Krabbameinsfelagið.
Eftir fimm slíkar súkkluferðir úr Føroyum til París hevur tað eydnast Team Rynkeby Føroyum at savna inn beint yvir 5,5 milliónir krónur hesi fimm árini, ið Føroyar hava havt sítt egna lið. Tað byrjaði í 2014, tá fyrsta liðið megnaði at savna inn 970 túsund krónur.
##med2##
Í 2016 fer upphæddin á fyrsta sinni um milliónina, tá 1,12 milliónir krónur verða savnaðar inn. Síðani er upp hæddin eisini voksin upp til 1,33 milliónir krónur í 2018. Tað gevur 5,56 milliónir krónur upp á fimm ár.
Krabbameinsfelagið umsitur peningin og letur hann til børn við krabbameini, lívhættisligum hjartaog lungnasjúkum og teirra familjur. Av hesum 5,56 milliónir krónunum fara 80 prosent til gransking, meðan 20 prosent fara til stuðul hjá børnum við sjúkum og avvarðandi.
##med3##
Samanlagt hevur Team Rynkeby, ið hevur lið í Danmark, Svøríki, Norra, Finnlandi, Íslandi og Føroyum, savnað inn 345 milliónir krónur, síðani Team Rynkeby sá dagsins ljós í 2002. Afturgangandi fyri flestu londini er, at stuðulin og talið av liðnum, ið súkkla, veksur.
Rynkeby Food A/S, God Morgon og hohes C taka sær av øllum kostnaðinum av miðsavnaðu samskipanini. Hetta merkir, at allur peningurin, ið Team Rynkeby savnar inn í hvørjum einstøkum landi, verður latin óskerdur til teir felagsskapir, ið hjálpa børnum við lívshættisligum sjúkum.
##med4##
Í 2018 læt Team Rynkeby tilsamans 70,4 mió. kr til norðurlenskar felagsskapir, ið hjálpa børnum við lívshættisligum sjúkum – av hesum fóru 1,3 til Krabbameinsfelagið.
##ms##
##med7##
Team Rynkeby Føroyar:
2014: 970.000
2015: 945.000
2016: 1.120.000
2017: 1.200.000
2018: 1.330.000
Samanlagt: 5.569.573

























