Hava samtykt at veita bráðneyðuga hjálp

Tvøroyrar býráð fer hjálpa flóttafólkum úr Ukraina til viðurskiftini eru fingin í rættlag

 

 

Higartil eru 12 flóttafólk úr Ukraina komin á Tvøroyri, men Kristin Michelsen, borgarstjóri, staðfestir, at  fyribil eru tey her, sum ferðafólk. Serlógin, sum skuldi setast í gildið, er ikki løgd fyri Løgtingið enn, men væntandi verður tað einaferð í næstu viku, at hon verður samtykt. Tá ið hon er sett í gildið, fáa flóttafólkini úr Ukraina somu rættindi, sum øll onnur og eitt nú fáa tey rætt til sorgorgarhjálp til tey sleppa til arbeiðis.

 

Men til tá eru tey sum ferðafólk at rokna, og tað merkir, at tey hava ógvuliga avmarkað rættindi. Tí hevur Tvøroyrar Býráð nú samtykt, at taka bráðneyðugar støður seg upp, skal kommunan fáa heimild at hjálpa til, og at rinda fyri tað.

 

Eitt hugsað dømi varð nevnt og tað er, at ein av teimum brádliga fær brúk fyri tannlækna, so skal kommunan fáa heimild at hjálpa til við tí, men tað kunnu eisini vera aðrar støður, sum taka seg upp.

 

Annars eru børnini farin í skúla og har hevur skúlin gjørt nógv burtur úr at hava skema, uppsløg og ymsar upplýsingar, á ukrainskum eisini. Í hesum sambandi hava tey eisini skrivað upp, hvussu vanligir setningar, sum »góðan dag«, «hvussu eitur tú«, og annað, eitur á ukrainskum.

 

Men annars førdu býráðslimir fram, at tað verður neyðugt, at mentamálaráðið letur skúlunum eina eykajáttan til at taka ímóti hesum børnunum Tað fer at seta serlig krøv til skúlarnar og tað skal ikki takast av játtanini, sum skúlin nú hevur, tí tann játtanin er ógvuliga tepur longu sum er.

 

Býráðslimir vísa eisini á, at annars verða tey javntsett við allar aðrar borgarar í kommununi, og at tað sostatt verður kommununan, sum ber útreiðslurnar av at børnini fara í barnagarð, og at tey fáa øll onnur rættindi, sum allir borgarar í kommununi hava, men tað eru tey eisini sinnað at taka á seg.